Innanlands

Løgreglan kannar framvegis manndráp í Hvannasundi

Tíðliga næsta ár tekur løgreglan støðu til um ákæra skal reisast móti einum 23 ára gomlum manni

Í september 2013 varð líkið hjá 16 ára gomlu gentuni grivið upp aftur (Mynd: Skíggjamynd, Dagur & Vika 6. september 2013)

Í september 2013 varð líkið hjá 16 ára gomlu gentuni grivið upp aftur (Mynd: Skíggjamynd, Dagur & Vika 6. september 2013)

2018-12-14 21:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan er framvegis ikki liðug at kanna málið um Mariu Fuglø Christiansen, sum varð funnin deyð, 16 ára gomul, við byrgingina í Hvannasundi í november 2012.

Tað visti Dagur & vika at siga í kvøld.

Tíðliga næsta ár fer løgreglan at taka støðu til um ákæra skal reisast mít ieinum 23 ára gomlum manni, sum er skuldsettur fyri at hava dripið gentuna. Kanningar í málinum førdu til, at hann varð skuldsettur í juli í ár.

Eftir tíðindaskriv um miðjan august, har løgreglan heitti á fólk um at venda sær til tey, um tey vistu nakað um málið, komu nýggir upplýsingar fram.

Enn verður arbeitt við at avhoyra hesi fólk, men løgreglan leitar framegis eftir fólki, sum halda seg vita nakað um málið, sigur Heri Andreassen, leiðari á kriminaldeildini við Dag & viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder