Innanlands

Løgreglan klipti nummarplátur í nátt

Í farnu viku vóru út við 50 nummarplátur tiknar

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-10-08 11:13 Author image
Ari av Rana
placeholder

 Fleiri fólk eru komin til bilarnar í morgun og hava sæð, at eingin nummarpláta var á bilinum.

Løgreglan var úti í nátt og tók nummarpláturnar á bilin, har fólk ikki hava goldið tað, sum skal gjaldast í samband við at hava bil. Tað sum gjaldast skal er tryggingin, vegskatt og sýn.

Akstovan boðar løgregluni frá um hvør hevur ikki hevur goldið, og hesaferð taldi hetta 558 persónar.

- Júst hvussu nógvar plátur vit tóku í nátt havi eg ikki fingið greiðu á enn, men vit vóru eisini úti eina aðru nátt í farnu viku. Tá tóku vit út við 50 plátur, verður sagt av løgreglustøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder