Innanlands

Løgreglan lagt hald á fleiri ólógligar knívar

Løgreglan hevur fingið fleiri ólógligar knívar frá tollvaldinum, sum fólk hava bílagt á netinum

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-05-30 10:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan hevur fingið fleiri ólógligar knívar, sum tollvaldið hevur fingið fatur á í postinum.

Løgreglan sigur, sambært in.fo, at talan er um springknívar, sum eru ólógligir at hava í Føroyum.

Knívar við springmekanismu eru ólógligir bæði at innflyta og at hava uppiá sær, men vanligir felliknívar eru ikki, av tí at neyðugt er at brúka báðar hendur fyri at fáa blaðið út.

Ein orsøk til, at fólk bíleggja ólógligar knívar, kann vera, at fólk ikki altíð eru klár yvir, at talan er um ein springknív, sum er ólógligur, sigur løgreglan.

Men tá tollvaldið kemur fram á slíkar í postinum, verða teir handaðar løgregluni.

Løgreglan sigur við in.fo, at tey hava fingið einar fimm-seks slíkar knívar í einum frá tollvaldinum, og innflytararnir verða skuldsettir fyri at hava brotið vápnalógina, og tað fáa teir eina bót á 1000 krónur fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder