2018-07-25 08:46
51 hval løgdu beinini í Sandágerði í gjár, og sera stórur áhugi var fyri at verða við í og síggja drápið.
Nógvur bátar tóku lut í drápinum, og á landi var so nógv fólk, at ferðslan kring Sandágerð koyrdi illa.
Bilar stóðu allastaðni fram við vegnum, heilt frá landssjúkrahúsinum og út á Argir. Eitt nú hevði bussleiðin trupulleikar við at koyra á teininum.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at vanligt er at løgreglan fer út at leiða ferðsluna tá grind er. Hetta varð so eisini gjørt í gjár og alt spældi væl av.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald