Innanlands

Løgreglan: Sigið okkum frá, um tit vita um onkran, sum er saknaður

Enn er ikki staðfest, nær bilurin í Leirvík fór á sjógv, ella hvat er hent, sigur løgreglan

Rescue Sverri luttekur í leitingini (Mynd: Jn.fo)

Rescue Sverri luttekur í leitingini (Mynd: Jn.fo)

2018-07-25 17:11 Author image
Oda Strøm
placeholder

Tað var beint eftir middagsleitið, at ein bilur koyrdi útav á gamla vegnum við Leirvík. Bilurin varð tikin upp úr sjónum, men eingin var í bilinum. Tað er enn ikki greitt, hvat tað var sum hendi, ella hví og nær bilurin fór á sjógv, sigur løgreglan.

Løgreglan heitir tó nú á fólk um at siga frá, um tey vita um onkran, sum er saknaður, og biður fólk ringja á telefonnummar 1448.

Eigarin av bilinum fekk fyrr í dag at vita, at bilurin var funnin, men løgreglan segði ikki, um bilurin var eftirlýstur.

Tað vóru fólk, sum vóru á fjalli í Leirvík í dag, sum høvdu sæð bilin á sjónum og søgdu løgregluni frá.

Leitað verður enn á sjónum eftir fólki. Fleiri bjargingarbátar eru á staðnum, harímillum Tjaldrið, Sverri, Rescue Ziska og Rescue Sara. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder