Innanlands

Løgreglan sóknast eftir eigarum av stolnum hálsketum

Hálsketurnar vóru funnar í samband við mál um bilstuldur

Av Facebook (Løgreglan)

Av Facebook (Løgreglan)

2019-05-20 11:22 Author image
Ari av Rana
placeholder

Løgreglan boðar frá á síni Facebbok síðu, at leitað verður eftir eigara av nøkrum hálsketum, sum eru funnar í samband við studlur av bili.

- Í samband við at løgreglan kannar mál um stuldur og brúkstuldur av bili v.m., sóknast vit eftir rætta eigara til hesar hálsketur. Um onkur veit nakað um hesi hálsprýðini, vinarliga seti tykkum í samband við okkum, skrivar løgreglan á Facebook.

Løgreglan skrivar, at gullhálsketan hevur ein gulloyraring á sær, eina tynri gullhálsketu og vísta viðhang. Perluketan er sum víst á myndini.

Hálsketurnar eru funnar í samband við ein bilstuldur leygarnáttina tann 11 mai 2019.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder