- Mánamorgunin kl. uml. 10:30, krasjaði ein bilur inn í spegli á mínum bilið, ið stóð parkeraður á Heygavegnum í Klaksvík. Viðkomandi hevur ikki lagt ein seðil við, men tíbetur hevur onkur sæð bilin og nummarplátina, og lagt ein seðil í rútin - túsund takk!
Soleiðis byrjar uppslagið hjá Tummas Jóhan Sigvardsen á Facebook, sum var so óheppin, at onkur rendi á bil hansara á Heygavegnum í Klaksvík mánamorgun. Í uppslagnum sóknast Tummas Jóhan Sigvardsen eftir eygnavitni, sum sá hendingina.
- Viðkomandi sum krasjaði, vil ikki viðganga nakað, so politiið hevur sett sær fyri, at finna tann, ið skrivaði seðilin.
Tummas Jóhan Sigvardsen heitir tí fólk á at deila myndina, so at hann kann fáa fatur á viðkomandi, og soleiðis fáa hjálp til at fáa speglið afturgoldið gjøgnum tryggingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald