Tað hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni seinasta døgnið og seinastu tíðina.
Í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um at ein alarmur var farin frá á brennistøðini í Havn, og at sløkkiliðið var fari niðan, men har var eingin skaði hendur.
Í gjár vórðu nakrir bilførarar kring landið tiknir fyri at koyra ov skjótt. Inni í Eysturoynni var onkur tikin fyri at koyra 80 km/t í bygdum øki, meðan ein annar var tikin fyri at koyra 76 km/t í bygdum øki.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at tey undra seg yvir at tað er so friðarligt fyri tíðina, og hugleiðir um, at tað møguliga eru jólini, sum hava sína friðarligu ávirkan á borgararnar.
Annars er løgreglan farin at gera meiri burturúr at gera seg sjónliga í morgunferðsluni. Endamálið er, at hjáveran hjá løgregluni kann hava ein fyribyrgjandi virkna. Í morgun var løgreglan úti í morgunferðsluni millum Havnina og Kollafjørð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald