2018-07-22 11:34
Í sambandi við Tórsfest vóru nógv fólk í býnum í høvuðsstaðnum. Tó hevur løgreglan ikki merkt nakað til tað, tí eingi boð vóru eftir løgregluni í Havn í nátt.
Í nátt hevur løgreglan vitjað skeinkistøð norðanfyri, og har var alt, sum tað átti at vera, sigur vakthavandi á politistøðini við Portalin.
Tvey ferðsluóhapp hava verið seinasta samdøgrið, og klokkan fýra var ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning við Streymin.
Løgreglan hevði steðgað nøkrum bilum at kanna, um talan var um rúsdrekkakoyring, og hesin eini vísti seg ikki at vera heilt edrúur. Blóðroynd er tikin av honum, og hann er nú skuldsettur fyri at koyra við kenning.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald