Innanlands

Løgreglan steðgaði einum fyri rúsdrekkakoyring

Tá blást varð vísti tólið ov høga promillu

2018-07-05 11:16 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í nátt klokkan 04.30 steðgaði løgreglan einum bili úti á Norðasta Horni, tí at illgruna var um at alt ikki var sum tað skuldi. Bilurin koyrdi ikki beint eftir vegnum, og tá er neyðugt at steðga bilinum, fyri at vita hvat er galið.

Orsøkin vísir seg ov ofta at verða rúsdrekka, og tá bilførarin varð biðin um at blása, vísti tað seg, at hann var rúsaður.

- Blóðroynd er tikin av føraranum, og bíða verður nú eftir úrslitinum av hesari, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder