Løgreglan tók í gjár Mortan Johannesen upp á feskan gerning, tá hann smoygti ein posa yvir sensorin á pullartunum, sum eru settir upp í Vágsbotni. Tað skrivar in.fo í dag, sum eisini hevur video frá hendingini.
Pullartarnir eru settir upp fyri at forða ferðslu undir Bryggjubakka, men posin ger, at teir ikki fara upp, og ferðslan kann tí frítt koyra.
Mortan Johannesen sigur við in.fo, at fólk sum ætla at keypa fisk frá honum, ikki sleppa av við bilin, og tí minkar sølan niður í púra einki.
Men tað er ikki loyvt at forða ferðslutálmandi tiltøkum, og nú løgreglan lá upp á lúr, og sá Mortan Johannesen smoyggja posan yvir sensorin, fær hann eina bót fyri hetta.
Miðlahúsið fylgdi gjøgnum vindeyguni, og tað er væl dokumenterað. Sí video á in.fo her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald