2018-12-05 16:32
Fyri lítlari løtu síðani samtykti løgtingið at beina eykajáttanina til Glasir á 28,4 milliónir aftur í fíggjarnevndina.
Hetta var í triðju viðgerð av málinum, sum løgtingið hevði seinnapartin. Málið var annars fyrr í dag samtykt við aðru viðgerð, men við 22 fyri, einum ímóti og einari blankari atkvøðu, varð málið beint aftur í fíggjarnevndina.
Verklagslógin fyri Glasir fer somuleiðis eisini aftur í fíggjarnevndina.
Málið hevði annars skund, tá Kristina Háfoss legði tað fram fyri einum mánað síðani. Løgtingið samtykti tá, at víkja frá øllum tíðarfreistum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald