Innanlands

Løgtingið viðger kringvarpsgjald í morgin

Fólkaflokkurin vil, at vinnufeløg sleppa undan at rinda kringvarpsgjald

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-10-07 18:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgtingið fer í morgin undir 1. viðgerð av uppskotinum frá Jørgen Niclasen, formanni í Fólkaflokkinum, um at vinnufyritøkur ikki skulu rinda kringvarpsgjald.

Uppskotið varð lagt fram í farnu tingsetu, men varð beint í nevnd, og kom ikki úr nevnd aftur.

- Nú verður uppskotið lagt fram aftur, og vónar uppskotsstillarin, at Løgtingið hesa ferð sleppur at taka støðu til málið, stendur í viðmerkingunum.

- Ein fyritøka er ikki ein fysiskur persónur, og tí kann ein fyritøka hvørki lurta ella hyggja eftir KVF. Tey einastu, sum kunnu hoyra KVF í eini fyritøku, eru tey sum arbeiða har og viðskiftafólkini. Hesi rinda øll kringvarpsgjald frammanundan og tí er slíkt gjald á fyritøkurnar eitt dupult gjald, sum als ikki eigur at vera.

- Lógin sigur, at gjøldini eru ymisk í mun til støddina á fyritøkuni. Hugsa vit minni fyritøkur, sum t.d. handlar, hárfríðkanarstovur, handverkarafyritøkur o.s.fr., so hava flestu av hesum lønargjaldingar millum 1 og 3 mió. kr. Tað merkir, at tær skulu rinda 7.000 kr. um árið í kringvarpsgjaldi, sigur Jørgen Niclasen.

Í uppskotinum stendur einki um hvussu nógv Kringvarp Føroya missur av broytingini, men sambært Jørgen Niclasen fær KVF nóg mikið frammanundan.

Inntøkurnar hjá KVF vóru í 2015 íalt 60,7 milliónir krónur og væntast í 2018 at verða 71,4 milliónir krónur. Slíkan lutfalsligan vøkstur hevur eingin annar almennur stovnur fingið, sjálvt ikki sjúkrahúsini. Út frá hesum kann ikki verða nakar trupulleiki hjá KVF at klára seg við minni inntøkum enn 71,4 milliónir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder