Innanlands

Løgtingsformaðurin: Rigmor Dam eigur at taka ábyrgd

Páll á Reynatúgvu heldur ikki at tað er nóg gott, at eingin tekur ábyrgd. Hann heldur at landsstýriskvinnan eigur at taka ábyrgdina

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, tá skúladepilin varð tkin í nýtslu í summar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, tá skúladepilin varð tkin í nýtslu í summar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-12-05 17:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Í hesum málinum - í mínum hugaheimi - at tað er landsstýriskvinnan í mentamálum. Tað er hon sum hevur játtanina innan mentunarøkið, og ta var eisini hon sum beyð vælkomin tá bygningurin varð tikin í nýtslu. So tað er einki at ivast í eftir mínum tykki.

Tað segði Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður og partur av samgonguni, við útvarpið seinnapartin.

Tað er óvanligt, at ein løgtingsformaður tekur orðið, men tað valdi hann at gera undir viðgerðini av eykajáttanina ti Glasir. Hann gav sínum egnu av grovfíluni, og fíltist á, at eingin í politisku skipanini tók ábyrgd.

Løgtingsformaðurin segði, at tað er bara ein, sum hevur landsstýrismannaábyrgd, og tað er landsstýrismaðurin. Og sambært løgtingsformanninum er tað ein stórur trupulleiki, at eingin traðkar fram, og tekur ábyrgdina.

[object Object]Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Eingin eykajáttan til Glasir í fyrsta umfari
Glasir fekk onga eykajáttan í dag. Við triðju viðgerð samtykti løgtingið at beina málið aftur í fíggjarnevndina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder