Innanlands

Fólkatingsvalið eftir øllum at døma í somu viku sum Løgtingsvalið

Flestu metingarnar og okkara keldur í Danmark siga, at val skal á skrá 24. mars, og Mette Frederiksen útskrivar val í dag ella í næstu viku. Løgtingsvalið verður 26. mars

Forsætisráðfrúan í fótsporum løgmans: Nærum lið og lið skulu forkvinnan í Sosialdemokraterne og formaðurin í føroyska systurflokkinum, javnaðartingmanni, til valstøðini - eftir øllum at døma (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Forsætisráðfrúan í fótsporum løgmans: Nærum lið og lið skulu forkvinnan í Sosialdemokraterne og formaðurin í føroyska systurflokkinum, javnaðartingmanni, til valstøðini - eftir øllum at døma (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-26 09:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru rímiliga stór sannlíkindi fyri, at føroyingar hava møguleika fyri at seta tveir ymiskar krossar - til tvey ymisk val - í somu viku seint í mars.

Í gjár, mikudagin 25. februar um hálvgum fýra-tíðina, skrivaði Aksel V. Johannesen út nýval. Hetta at vera hósdagin 26. mars.

Sí eisini: Løgmaður sveiggjaði taktstokkin í tingasalinum og tók nógv av bóli

Video - Trúgvi einki uppá andvekrið hjá løgmanni: - Hetta er fyrireikað í tveir dagar

Tað er júst ein mánaði til hetta, og flokkanir eru longu fulldrøn í valstríði.

Men har er eitt annað val, ið lúrir: Fólkatingsvalið 2026. 

Tað skal í seinasta lagi vera 1. november, men tað hevur leingi verið greitt, at so mikið leingi situr SVM-stjórnin hjá Mette Frederiksen ikki.

[object Object]
Støðan við Grønlandi og USA hevur fylt nógv í seinastuni hjá Mette Frederiksen og dønum (Mynd: Sverri Egholm)

Í vetur hevur verið gitt dúliga, nær forsætisráðfrúan fer at trýsta á knøttin. Og nú veljarakanningarnar eru batnaðar - serliga hjá sosialdemokratunum og Moderatunum (Lars Løkke Rasmussen) - hava metingarnar sett seg á síðst í mars ella nakað inn i apríl.

Seinasta heila vikan í mars, vika 13, hevur verið tann mest nevnda í donsku miðlunum og í politiska umhvørvinum í seinastuni, og keldur hjá Portalinum í millum annað Danmark peika nú á týsdagin 24. mars. Tað vil siga tveir dagar áðenn løgtingsvalið.

Hetta verður sum skilst endaliga váttað í dag næstu viku. Mette Frederiksen velur møgiliga at bíða, tí stórt kongaligt tiltak er nú fríggjadagin - onkrar ábendingar eru tó um, at tað kann vera útskrivað á tingfundinum, sum er nú

Hoyr eisini løgmann: - Eingin visti av hesum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder