Danski forsetisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, stuðlar føroyska stríðnum fyri at gerast sjálvstøðugt limaland í Altjóða Olympisku Nevndini (IOC).
Ítróttasamband Føroya fekk í síðstu viku stuðulsbræv frá Lars Løkke Rasmussen, har hann ger greitt, at hann stuðlar Føroyum.
Í brævinum skrivar Lars Løkke Rasmussen, at hann og danska stjórnin vísa sín fulla stuðul í stríðnum hjá Føroyum um sjálvstøðugan limaskap í IOC.
Lars Løkke Rasmussen vísur á, at Føroyar longu er eitt rættiliga sjálvstøðugt land, og tí heldur hann tað vera púra natúrligt, at Føroyar verða viðurkendar í IOC eins og onnur limalond, sum eru í somu støðu som Føroyar.
Føroyar hava hvørt ár síðan 1984 luttikið sum sjálvstøðugt land í parolympisku leikunum, har Føroyar hagartil hevur vunnið 13 heiðursmerki og skrásett 11 heimsmet.
Olympisku nevndirnar í Danmark, Noregi og Íslandi stuðla eisini Føroyum í at gerast sjálvstøðugt limaland í IOC.
Sum nú er noyðast føroyingar at luttaka í OL undir donskum flaggi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald