2018-12-14 16:36
Løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu, gav seinnapartin greið boð um, at álitini í teimum málum, sum skulu avgreiðast áðrenn jólafrítíðina, skuldi vera koma áðrenn klokkan 16:15.
Og so var. Fyri løtu síðani tók løgtingsformaðurin fundin upp aftur, og tá vóru fleiri álit komin úr nevndunum. Álit um fíggjarlógina úr fíggjarnevndini, men eisini millum annað álit úr vinnunevndini í málinum um at einskilja Posta.
Drúgvur løgtingsfundur er tí í vantu mánadagin, tá heili 13 mál eru á skránni. Annars var ætlanin, at løgtingið skuldi í jólafrí í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald