
Í mars vóru 817 milliónir útgoldnar í lønum. Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Hagstovu Føroya. Trendurin vísir, at talan er um eina støðuga øking av lønarútgjaldingum síðani januar 2014.
Av hesum 817 mió. kr. í útgoldnum lønum, eru 519 mió. kr. útgoldnar til mannfólk, meðan 298 mió. kr. eru útgoldnar til konufólk. Verður hugt eftir trendinum sæst, at munur av lønarútgjaldingum millum kynini tykist at økja eitt vet, við tað at økingin av útgjaldinum er størri hjá monnunum.
Mest løn verður útgoldin innan tað almenna o.ø. tænastum, har 264 mió. kr. vórðu útgoldnar í mars. Næst er privatu tænastavinnurnar við 246 mió. kr., síðani fiskivinnan o.o. tilfeingisvinna við 169, og minst løn varð útgoldin í byggivinnuni o.a. tilvirkan, har 137 mió. kr. vórðu útgoldnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald