
Tað eru alsamt fleiri, sum fáa játtað sínar umsóknir um lønarískoyti vegna koronavirusið.
Talið er seinnapartin í dag 3.639 játtaðar umsóknir, vísir heimasíðan hjá ALS. Talið uppdeilt í kyn hevur fyri tað mesta verið javnt, og 1.823 av teimum 3.639 sum fáa lønarískoyti eru kvinnur - 1.816 eru menn.
Tað er ein munur á, hvussu nógvar kvinnur og menn eru løntakarar, sambært Hagstovuni. Tøl frá desember 2019 vísa, at 14.600 menn (52 prosent) og 13.450 kvinnur (48 prosent) vóru í løntakaraskaranum í desember
Suðurstreymoy, har fólkatalið og talið av arbeiðstakarum er størst, er umboðað við 1658 fólkum. Næstflest eru úr Eysturoynni - 758 fólk.
Í apríl eru beint undir 2.400 umsóknir um lønarískoytið játtaðar.
Í útvarpstíðindunum fyrr í dag varð sagt, at umsóknir frá ítórttarfólkum og feløgunum ikki eru viðgjørdar enn, og harvið er eingin av teimum játtað.
Les eisini: Fleri fótbóltsfeløg fara nú í ALS
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald