Innanlands

Lønarlagið hækkar støðugt

Tykist sum um munurin á útgjaldinum til menn og kvinnur eisini økist

(Mynd: Hagstovan)

(Mynd: Hagstovan)

2019-12-09 18:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í november mánaði vórðu 866 milliónir krónur útgoldnar í lønum í Føroyum tilsamans. Tað er næstan 50 milliónir meira enn sama mánað í fjør.

Tað vísir seinasta uppgerðin av lønarútgjaldingum, sum Hagstovan hevur gjørt.

[object Object]

Desember mánaður í fjør er framvegis mánaðurin tá mest var útgoldið í lønum, næstan 900 milliónir krónur. Men við tað at lønarútgjaldingarnar altíð toppa í desember mánaði, so er onki at ivast í, at næstu ferð lønarútgjaldingarnar verða upptaldar, verður nýtt met sett.

Tí trendurin hjá Hagstovuni vísir, at tað bara gongur uppeftir við lønarútgjaldingunum. Men tað er framvegis menninir sum fáa nógv tann størsta partin av lønarútgjaldingunum, 65 prosent mótvegis 35 prosentum til kvinnurnar.

Í november vórðu 551 milliónir goldnar út til menn og 314 milliónir til kvinnur. Og sambært strikumyndunum hjá Hagstovuni, so tykist munurin at vaksa.

[object Object]

Sløk 65 prosent av lønargjaldingunum verða útgoldar í almennu- og privatu tænastuvinnunum, 20 prosent í fiskivinnu og aðari tilfeingisvinnu og 15 prosent í byggivinnu og aðrari tilvirking. 

Sí meira á heimasíðuni hjá Hagstovuni 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder