Um tvey tíðina í nátt, lokala tíð, fór eitt Airbus A350-900 flogfar hjá SAS av flogvøllinum í Kastrup við kós móti høvuðsstaðnum í Peru, Lima. Endamálið við hesum sertúrinum er at heinta ferðafólk, sum hava verið strandað í Peru eftir at samferðslan støðgaði orsaka av koronastongslinum.
Túrurin er 11.000 kilometrar langur, og sostatt longsti flogtúrur, sum eitt flogfar hjá SAS higartil hevur flogið, skrivar netmiðilin check-in.dk.
Flogfarið er sett at lenda klokkan 8 lokala tíð í morgun, og flogtúrurin tekur sostatt 13 tímar. Flogfarið verður aftur í Keypmannahavn í morginárið um áttatíðina.
Við á ferðini aftur til Danmarkar verða um 290 fólk, harav 200 eru skandinaviskir ríkisborgarar, ið hava verið strandaðir í Peru síðan myndugleikarnir 16. mars bannaðu øllum flogferðum til og úr Evropa, fyribils í 30 dagar.
Síðan hevur verið arbeitt við at fáa í lag ein sertúr eftir fólkunum, sum sjálv hava goldið fyri ferðaseðilin, úr 7.500 krónum upp í 13.500 krónur fyri eitt setur í Business Class.
Hetta er sostatt fyrsta ferðin í næstan 30 ár, at eitt SAS flogfar vitjar suðuramerikanska meginlandið. Men flogfelagið hevur fyrr havt rutur til bæði Argentina, Brasil, Kili og Uruguai.
Í 1972 til dømis fleyg SAS til Santiago í Kili við Douglas DC8 flogfari. Tað varð gjørt á tveimum ymsum rutum. Onnur millumlendi í Zürich, Monrovia (Liberia), Rio de Janeiro og Montovideo á vegnum, meðan hin millumlendi í Zürich, Lissabon, Rio de Janeiro, Sao Paulo, Montovideo og Buenos Aires á vegnum.
Longsta ruta hjá SAS í løtuni er úr Keypmannahavn til Tokyo í Japan. Ferðin er 9.069 kilometrar, nakað longri enn til Los Angeles, sum er 9.007 kilometrar.
21. oktober 2002 hevði SAS ein sertúr eftir strandaðum ferðafólki. Tað var eitt Boeing 767-flogfar, sum fór úr Oslo til Danpasar á Bali eftir fólki, sum vóru strandað eftir eitt stórt yvirgangsálop har. Tann túrurin er longri enn úr Keypmannahavn til Lima, men tá varð ein millumlending gjørd í New Dehli í India.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald