Tíðindini um serstøku føroysku uppsetingina av sjónleikinum “Lorrið (La Merda)” eftir Cristian Ceresoli eru rokkin út um landoddarnar. Bretska teaturtíðarritið The Stage, sum eisini er heimsins elsta av sínum slagi, skrivaði beinanvegin um leikin og nú er leikurin keyptur av Teatret Møllen í Haderslev í Danmark.
Nærum øll atgognumerkini eru longu seld, so væntandi verður spælt fyri fullum sali tá ið Durita Dahl Andreassen hóskvøldið 28. november fer á pall í gamla vakra rustikka salinum.
Leikurin fer til Danmarkar eftir eina røð av sera væleydnaðum sýningum í Norðurlandahúsinum, Løkshøll, SALT, Listastovuni í Miðvági og Mentanarhúsinum í Fuglafirði har ummælarar lýstu leikin, sum eitt stórt listarligt bragd meðan áskoðarar eisini vóru rørdir og hugtiknir.
Tað eru Leikhús SKIFT og GUT//productions, sum í felag hava framleitt føroysku útgávuna av LORTIÐ (La Merda) eftir Cristian Ceresoli. Tað er Durita Dahl Andreassen, sum einsamøll á palli í meira enn ein tíma framførir og tulkar tekstin, meðan leikurin er týddur og leikstjórnaður av Maritu S. Dalsgaard.
LORTIÐ (La Merda) gevur eina djúpa og avbjóðandi mynd av eini ungari kvinnu, sum við desperation og ágrýtni stríðist fyri at “MEYKA DA” í einum samfelagi, har hon sjálv er vøran.
Sýningin á Teatret Møllen er á donskum, men sýningin verður tekstað til danskt, so øll kunnu fylgja við.
Atgongumerki til sýningina í Haderslev kunnu keypast á Teatret Møllen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald