Innanlands

Loysn fyri Karlstad-tænastuni

Málið er, at Sernám kann veita eina landsdekkandi tænastu

2019-05-03 07:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í heyst fara starvsfólk í Sernámi undir eftirútbúgving, so tey kunnu gerast partur av tænastu har børn við serligum tørvi kunnu fáa tilboð um tænastu eftir sokallaða Karlstad-modellinum.

Tað boðar Margreth Olsen, stjóri fyri Sernámi frá í tíðindaskrivi í morgun. Hon skrivar, at avtala er gjørd við landsstýriskvinnuna í undirvísingarmálum, so at ein slík tænasta kann gerast landsdekkandi í framtíðini.

Skrivið frá Sernámi er soljóðandi:

Kunningarskriv: Tænasta innan Karlstadmodellið

Í samstarvi við Mentamálaráðið og landstýriskvinnuna, Hannu Jensen, fegnast vit um, at útlit nú eru til, at ein landsdekkandi tænasta innan Karlstadmodellið kann gerast í Føroyum.

Ein menningarleistur er í gongd, sum inniber, at starvsfólk byrja eftirútbúgving innan Karlstadmodellið í heyst. Málið er, at Sernám sum stovnur kann veita eina landsdekkandi tænastu.

Verandi netverk koma at halda áfram, ímeðan tænastan verður útbygd. Seinni koma starvsfólkini, sum fara undir eftirútbúgving, at gerast partur av tænastuni, so hon ikki er so viðbrekin. Eftirútbúgvingin tekur 3 ár, og tískil kann ein ávís bíðitíð væntast fyri nýggj netverk/børn, áðrenn henda tænastan gerst heilt landsdekkandi.

Tað er ein fíggjarlig avbjóðing at byggja eina tílíka tænastu, men arbeitt verður við at loysa ta avbjóðingina, meðan tænastan verður uppbygd.

Les eisini: Sernám: Ikki starvsfólkaorka at veita tænastuna   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder