Í mai mánaði fáa foreldur og skúlar við tilknýti at børnum, sum hava fingið tænastu innan Karlstadmodellið nærri boð um hvussu tænastan framhaldandi verður veitt. Men tað verður ikki ein tænasta eftir Karlstad-modellinum, tí tað hevur Sernám ikki starvsfólkaorku til.
Soleiðis skrivar stjórin í Sernámi, Margreth Olsen, í eini fráboðan, sum varð send út í gjárkvøldið. Eftir at foreldur hava gjørt vart við sína neyð, nú vælvirkandi tænastan við Karlsdad-modellinum nú verður støðgað, hevur verið trupult at fáa at vita, hvørja ætlan Sernám hevur við hesum børnunum.
Tíðindaskrivið frá Sernámi er soljóðandi:
Avgerðin um Karlstadmodellið
Avgerðin hjá Sernámi um at fyribils niðurleggja tænastuna innan Karlstadmodellið snýr seg um, at núverandi tænastan er viðbrekin, og at starvsfólkaorka ikki er til at veita eina landsdekkandi tænastu.
Í Sernámi er eitt starvsfólk, sum hevur útbúgving innan Karlstadmodellið. Møguleiki er at eftirútbúgva starvsfólk, hetta tekur áleið trý ár. Karlstadmodellið fær góð skoðsmál, og tí er tað harmiligt, at vit sum stovnur í núverandi støðu ikki megna at veita hesa tænastu.
Mál, sum hava verið fevnd av Karlstadmodellinum, koma framyvir at fáa eina tænastu frá økistoymunum í Sernámi. Í økistoymunum eru vælútbúgvin starvsfólk, so sum taluráðgevar, sernámsfrøðiligir ráðgevar og sálarfrøðingar. Hesi mál eru ymisk, og tænastan frá Sernámi verður tillagað tí einstaka. Hesi børn fara framhaldandi at fáa eina tænastu frá Sernámi, hóast hetta er ein øðrvísi tænasta. Innanhýsis skifti er í gongd, og foreldur, stovnar og skúlar fáa nærri boð um hetta skifti í mai.
Vinarliga
Sernám
Margreth Olsen, stjóri
Les eisini: Tók fjúrtan mánaðir at fáa fund við Sernám
Les eisini: Hanna Jensen kannar avgerðina um Karlstadmodellið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald