2018-10-11 09:50
Tvey uppskot eru í tinginum um at geva kommunum loyvi at byggja og útvega bústaðir. Sjálvstýrið og Sonja Jógvansdóttir eiga hvør sítt uppskot av hesum slag, sum hava til endamáls at bøta um stóru bústaðarneyðina í landinum.
Í dag fer Trivnaðarnevdin í løgtinginum at viðgera málið. Nevndin hevur boðið felagsskapin Búgva, smápartafelagið Mark, Kommunufelagið, Lív, Bústaðir, Tórshavnar-, Klaksvíkar-, og Fuglafjarðar kommunur, og Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, á fund, har tørvurin á bústøðum og uppskotið hjá Sjálvstýrinum og Sonju Jógvansdóttir verða viðgjørdir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald