Innanlands

Lúðurin hoyrdist um allan fjørðin

Fólk á Tvøroyri fegnaðust um at Varðin Pelagic er í gongd aftur

Mynd: Tvøroyari kommuna

Mynd: Tvøroyari kommuna

2018-08-29 16:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Størsta arbeiðsplássið í Suðuroynni, Varðin Pelagic, byrjar nú at virka fisk aftur.

Tróndur í Gøtu sigldi inn eftir Trongisvágsfirði á middegi í dag og tað munnu mong hava lagt merki til, tí tá hann legði at, hoyrdist lúðurin um allan fjørðin, skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðuni.

- Løtan skuldi markerast, tí tað eru næstan 1½ ár síðan seinasta makrellastin varð løgd upp á havnarlagnum.

- Týdningurin av tílíkum arbeiðsplássi er sjálvandi alstórur fyri býin og oynna sum heild og tað er tí við gleði, at Tvøroyrar Kommuna kann staðfesta, at nú verður av álvara virksemi á havnarlagnum aftur. Ikki tí, byggivirksemið hevur verið og er framvegis í gongd, men tað er nakað heilt serligt at síggja stásiligu skipini stevna inn eftir fjørðinum, skrivar kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder