Uttanlands

Lukasjenko tikin í eið fyri sjeyndu ferð

Í dag byrjaði eitt nýtt forsetaskeið hjá 70 ára gamli Aleksandr Lukasjenko

Aleksandr Lukasjenko varð í dag tikin í eið sum forseti í Hvítarusslandi fyri sjeyndu ferð (Mynd: EPA)

Aleksandr Lukasjenko varð í dag tikin í eið sum forseti í Hvítarusslandi fyri sjeyndu ferð (Mynd: EPA)

2025-03-25 15:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aleksandr Lukasjenko varð í dag tikið í eið sum forseti í Hvítarusslandi fyri sjeyndu ferð.

Yvir 1.100 gestir vórðu bodnir til innsetanina, sum varð hildin í høvuðsstaðnum Minsk.

70 ára gamli Lukasjenko, sum hevur verið forseti síðan juli 1994, er nú farin í holt við sítt sjeynda forsetaskeið, eftir at hann sambært Hvítarussisku valnevndini fekk 86,78 prosent av atkvøðunum á seinasta forsetavali 26. januar. Valúrslitið varð góðkent 3. februar.

Tað var ikki óvæntað, at Lukasjenko, sum verður mettur at vera ein av nærmastu sameindu hjá russiska forsetanum Vladimir Putin, fór at vinna valið, tí størstu mótstøðufólkini hjá forsetanum sita annaðhvørt í fongsli ella í útlegd, og valið er sum heild ikki viðurkent í vesturheiminum.

6,9 milliónir fólk hava valrætt í Hvítarusslandi, og fráboðaða valluttøkan var 85,7 prosent, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder