2026-02-19 15:32
Tveir menn eru í grundlógaravhoyring seinnapartin, skuldsettir fyri grovan harðskap, fyri at hava sett eld á við vilja, og fyri rán.
Hetta fór fram í Tróndargøtu í Havn um 18 tíðina í gjárkvøldið.
Ein maður var í húsunum, og hann varð fyri ógvusligum harðskapi, og so var eldur eisini settur á, veit útvarpið.
Annar av skuldsettu monnunum varð handtikin í gjárkvøldið og hin í morgun.
Grundlógaravhoyringin er fyri afturlatnum hurðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald