Stóra gøla hevur tikið seg upp í Tjóðveldi síðani tað seinnapartin kom fram, at Annita á Fríðriksmørk, tingbólkaforkvinna, undir flokstinginum í gjár, millum annað hevði kallað Páll á Reynatúgvu stóran egoist og psykopat.
- Hann er ein stórur egoist og psykopat, hann hevur slettað meg sum vin, hann hevur slettað øll sum vin, sum hava sagt sína meining við hann, sigur Annita á Fríðriksmørk í stroymingini, sum Tjóðveldi hevur tikið av netinum aftur síðani hetta kom fram.
Men omanfyri hoyrist ein stórur partur av privatu samrøðuni, sum Annita á Fríðriksmørk hevði við ein persón í steðginum.
Av misgávum var ljóðið ikki sløkt í steðginum, og tí er øll samrøðan komin út á netið. Ein partur av henni hoyrist omanfyri.
Les eisini: Annita á Fríðriksmørk: - Helt ikki nakar hoyrdi tað
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald