Ein 24 ára gamal maður er ákærdur fyri at hava framt tvær neyðtøkur, fyri harðskap og fyri at bróta løgbann.
Hann er ákærdur fyri at hava neyðtikið eina kvinnu í einum kliva á Norrønu í februar í 2017 og eina kvinnu í einari íbúð í Havn í mars í fjør. Eisini er hann ákærdur fyri harðskap móti seinnu kvinnuni beint fyri neyðtøkuna, skrivar Kringvarpið.
Maðurin er eisini ákærdur fyri at senda seinnu kvinnuni tvær vinarumbønir á snapchat í oktober í fjør, hóast hann hevði fingið løgbann fyri at seta seg í samband við hana.
Maðurin noktar seg sekan í øllum ákærum, men hann viðgongur tó at hava verið harðligur, men tó langt frá so harðligur, sum ákæruritið sigur.
Verjin hjá manninum bað í fyrsta lagi um afturlatar dyr, í øðrum lagi um endurgevingarforboð, og um navnaforboð. Sambært verjanum, verður tað særandi fyri ákærda mannin, um frágreiðing hansara verður almenn.
Og málini, hann er ákærdur fyri, eru so gomul, legði verjin afturat. Síðani gjørdi dómarin av at áseta endurgevingarforboð, m.a. tí, at málini eru gomul.
Ákærin krevur fongulsrevsing, men verjin krevur frídøming. Kvinnurnar í málinum krevja endurgjald.
Rætturin hevur sett tríggjar dagar av til hesi málini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald