Innanlands

Maður datt á stiga

Mátti á skaðastovu at kanna kynsgøgnini

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2018-07-04 12:45 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein arbeiðsmaður, sum arbeiðir við nýggja skúlan Við Streymin, varð sera óheppin í gjár, tá hann arbeiddi upp í einum stiga.

Maðurin, sum var um 3 metrar uppi í stiga, datt og lendi á niðasta trinið á stiganum. Hann var so óheppin, at hann lendi soleiðis, at hann fekk trinið ímillum beinini, og kynsgøgnini fingu skaða.

Av løgreglustøðini verður sagt, at maðurin varð koyrdur á sjúkrahús.

Tá óhapp eru á arbeiðsplássinum verður boð sent eftir Arbeiðseftirlitinum, og tað varð eisini gjørt í gjár, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. Arbeiðseftirlitð gjørdi kanningar av hví maðurin datt, og ein fráboðan fer síðani at koma um óhappið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder