2019-05-23 07:15
Løgreglan støðgaði í gjárkvøldið nakað fyri klokkan 22 einum bili á Ringvegnum nærhendis Norðurlandahúsið, tí illgruni var um rúsdrekkakoyring.
Maðurin handan róðrið blásti í alkometrið, sum mátaði væl oman fyri tað loyvda.
Hann varð tí handtikin fyri at fáa tikið eina blóðroynd. Nú verður so bíðað eftir úrslitinum av blóðroyndini áðrenn meira verður gjørt við málið sigur vaktleikarin á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald