Saudiarabiski tíðindamaðurin Jamal Kashoggi fór inn á sendistovuna hjá Saudi Arabia í Istanbul tann 2. oktober, og varð aldrin sæddur aftur. Síðani er sagt, at ein bardagi á sendistovuni endaði við at Kashoggi lat lív, og saudiarabiski uttanríkisráðharrin, Adel al-Jubeir, hevur kallað hendingina fyri eitt morð.
CNN skrivar nú, Mustafa al-Madini, sum er ein av teimum 15, sum eru undir illgruna í málinum, er sæddur á sjónbandi, har hann gongur runt í klæðunum hjá Kashoggi, aftaná at hesin lat lív. Maðurin sæst fara úr saudiarabisku sendistovuni í klæðunum, við følskum skeggi og brillum.
Málið hevur ført til nógv rumbul á politiska pallinum, har heimurin krevur at vita hvat hendi við Jamal Kashoggi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald