2018-10-01 08:38
Løgreglan hevði úr at gera við nógvum fullum fólki í býnum sunnunáttina, og aftur í nátt vóru boð send eftir løgregluni.
Tveir mans vóru farnir at skeldast í býnum í Havn og tað endaði við at annar maðurin varð sligin.
Báðir menninir vóru ávirkaðir av rúsdrekka, og tann sum var sligin, vendi sær til løgregluna.
Løgreglan kom á staðið, har tosað varð við menninar og eitt vitni, sum hevði sæð tilburðin.
Órættaði maðurin var vegleiddur um at fara á skaðastovuna til kanningar. Úrslitið av hesum kann løgreglan brúka, um nú meira verður gjørt við málið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald