Innanlands

Maður small um og doyði á fjalli í Vágum

Tað tók einans 21 minuttir til maðurin var á sjúkrahúsi, men lív hansara stóð ikki til at bjarga

2018-10-08 10:31 Author image
Oda Strøm
placeholder

Klokkan 10:43 leygardagin fekk alarmsentralurin fráboðan um, at ein maður var smollin um á fjalli norðanfyri Vatnsoyrar.

Sambært Jn.fo byrjaðu fólk rundan um mannin alt fyri eitt at geva manninum fyrstuhjálp, og ringt var eftir hjálp. 

Lækni og bjargingartyrlan vóru sera skjót á staðnum, og maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið.

Sambært vakthavandi á løgreglustøðini tók tað 21 minuttir frá at fráboðanin kom, til maðurin var á Landssjúkrahúsinum, men lívið hjá 64 ára gamla manninum stóð ikki til at bjarga.

Sum skilst verður líksýn í dag, har deyðsorsøkin væntandi verður staðfest.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder