Innanlands

Maður tikin fyri harðskap

Maðurin situr í varðhaldi og bíðar eftir at sleppa í rættin

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2018-09-29 09:51 Author image
Oda Strøm
placeholder

Løgreglan hevur nú fingið fatur á einum manni og skuldsett hann fyri harðskap, sum varð framdur farna vikuskifti. 

Sum skilst fóru hann og ein annar til hendurs uttanfyri eitt skeinkistað, og hin varð sligin so illani, at nøsin brotnaði. 

Maðurin situr í løtuni í varðhaldinum, tí talan er um ein útlending - og tí skal hann fyri rættin, áðrenn hann sleppur út aftur. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder