Løgreglan hevur havt fitt av arbeiði í nátt.
Á midnátt varð løgreglan boðsend til eitt skeinkistað í Klaksvík, har tveir mans vóru farnir at klandrast, og vórðu teir burturvístir av staðnum.
Klokkan trý varð løgreglan aftur boðsend, hesuferð til eitt skeinkistað í Havn, har fleiri útlendingar og fleiri føroyingar eisini vóru farnir at klandrast. Løgreglan mátti skilja teir at og vísa teimum burtur.
Løgreglan var eisini úti á gøtuni í Klaksvík, og um fýra-tíðina í nátt gjørdist ein maður ómøguligur, tá løgreglan royndi at tosa við hann. Hann var ikki til at tosa við, sigur løgreglan, og vildi ikki upplýsa navn sítt fyri løgregluni. Tá løgreglan síðani kannaði hann, vísti tað seg, at hann hevði eina minni nøgd av hassji uppiá sær.
Maðurin varð handtikin, men hann var so ávirkaður av rúsdrekka, at tað ikki bar til hjá løgregluni at avhoyra hann í nátt, so tað verður gjørt seinni, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Maðurin kann tó vænta sær bót bæði fyri brot á lógina um rúsevni, og fyri ikki at vilja siga løgregluni, hvør hann var.
Klokkan fimm í morgun fekk løgreglan eisini boð um, at tveir ungir mans lóu og svóvu á einum víkiplássi í Norðoyatunlinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald