2019-01-15 09:25
Ein maður var í gjár tikin upp, eftir at hann var endaður í sjónum við Skálatrøð. Maðurin var nakað køldur niður, og varð koyrdur á landssjúkrahúsið.
- Hann er enn á landssjúkrahúsinum, men hevur tað eftir umstøðunum gott, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Gjárkvøldið og náttin hava annars verið friðarlig hjá løgregluni. Ein bilur fór av vegnum sunnanfyri Hósvík, men har hendi lítil og eingin skaði. Eisini kom ein fráboðan um herverk, sum so ikki vísti seg at verða herverk allíkavæl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald