2019-03-16 15:18
Tað var klokkan hálvgum tvey í dag, at løgreglan boðaði frá, at teir søknaðust eftir einum 53 ára gamlum manni, sum var farin út við bátinum Bakkafossur seinnapartin í gjár.
Løgreglan bað fólk seta seg í samband við tey, um tey vistu okkurt, og longu ein tíma seinni varð báturin og maðurin funnin úti við Glyvursnesi. Og fyri løtu síðani sleipaði grótbáturin Siri bátin í land.
Sambært løgregluni hevur maðurin tað heilt gott.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald