Innanlands

Maðurin sum sló á Hafnia er skuldsettur

Maðurin er skuldsettur fyri harðskap

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-04-26 19:02 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

23. mars skrivaði Portalurin um politimál, sum var farið fram um náttina. Ein maður lá og svav í móttøkuni á Hotel Hafnia. Tá arbeiðsfólkið í móttøkuni vakti mannin, gjørdist hann illur og sló eftir móttøkufólkinum. 

Løgreglan varð boðsend at hjálpa náttarvaktinum í móttøkuni hjá Hafnia, men tá hon kom á staðið, var brotsmaðurin sloppin sær til rýmingar. 

Les eisini: Náttarvaktur á Hafnia álopin  

Maðurin hevði sovið í móttøkuni, men hann var ikki gestur á hotellinum. Tí visti løgreglan, sum tó hevði vakmyndir av manninum, ikki hvør hann var. 

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur í dag, at løgreglan hevði hevði fingið fatur í manninum. 

Maðurin er blivin ákærdur fyri harðskap, men vakthavandi kundi ikki siga nakað um, hvussu leingi tók at finna mannin. Ei heldur bar til at fáa nakað at vita um, hvat er hent í málinum ella hvussu maðurin varð funnin - einans at hann varð funnin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder