
Vegna veður er eingin skúlagongd í fólkaskúlunum í Leirvík og við Gøtugjógv í dag, og sum heild er Eysturkommuna hart rakt av illveðrinum, sum hevur verið síðani í gjárkvøldið.
Tá Portalurin tosaði við vaktleiðaran á løgreglustøðini í Havn í morgun, varð gjørt greitt at heilt nógvar fráboðanir vóru komnar úr Leirvík, har vindurin veruliga hevði gjørt um seg.
Les eisini: Hava fingið fleiri enn hundrað fráboðanir síðani klokkan seks í gjárkvøldið
Í sendingini Góðan Morgun Føroyar var tosað við millum annað sløkkiliðsfólk og bjargingarfólk kring landið - millum annað úr Eysturoynni. Tey høvdu úr at gera í millum annað Leirvík, og greitt var frá at millum annað ein garasjuhurð í Effo í Leirvík hevði fingið stóran skaða av vindinum, ið mestum "var farin ígjøgnum".
Eisini varð Magnstøðin í Gøtudali nevnd. Tìðliga í morgun boðaði Magn frá, at støðin var stongd:
- Vegna veður er Magn í Gøtudali stongt. Nærri kunning kemur seinni.
Sum skilst hevur vindurin gjørt ymiskan skaða, og tað sæst eisini á myndini niðanfyri, at nakað av takinum - ein partur av tí reyða - er farið í vindinum.
Tað er tó ikki verri enn so, at støðin kundi lata uppaftur. Beint áðrenn klokkan ellivu varð boðað frá, at nú er opið aftur.
Eysturoyarportalurin skrivar, at sambært fólki í kommununi, sum eyp.fo hevur tosað við, hava tey ikki upplivað slíkan vind áður.
Vit hava fleiri myndir úr Eysturkommunu seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald