Innanlands

Magni Mohr fekk ársins miðlaheiðursløn 2018

Á Vísindavøkuni 28. september varð kunngjørt, at Magni Mohr fekk ársins miðlaheiðursløn

Magni Mohr og Jón Brian Hvidtfeldt

Magni Mohr og Jón Brian Hvidtfeldt

2018-09-29 11:57 Author image
Oda Strøm
placeholder

Tað var sætta ferðin, at Granskingarráðið lat heiðurslønina fyri framúr góða almenna miðling av gransking.

Ein dómsnevnd valdi, hvør skuldi heiðrast í ár, útfrá fleiri góðum uppskotum, sum vóru komin inn. Hon er sett saman av einum umboði fyri Føroysk Miðlafólk, einum umboði fyri Fróðskaparsetrið og einum umboði fyri Granskingarráðið. Hesi eru Jón Brian Hvidtfeldt, Anna Katrin Matras og Dagmar Joensen-Næs.

Jón Brian Hvidtfeldt, segði soleiðis, tá hann avdúkaði, hvør fekk heiðurin:

“Miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2018 verður latin

Magna Mohr

tí hann á fyrimyndarligan hátt lýkur tey trý krøvini til heiðurslønina, sum eru:

• miðling á einum høgum stigi til ein breiðan skara,
• íkast til at økja fatanina av gransking í samfelagnum, og 
• fangandi og kjakkveikjandi miðling.

Magni Mohr er granskari, rithøvundur og ítróttarserfrøðingur. Hann er útbúgvin cand. scient í ítrótti og hevur ph.d. frá Københavns Universitet. Hann hevur starvast sum granskari á universitetum í Danmark, Svøríki og Onglandi og varð í mai 2014 settur í starv á Fróðskaparsetri Føroya sum lektari í heilsuvísindum.

Magni hevur eisini verið knýttur at venjaratoyminum hjá Juventus, Chelsea og danska fótbóltslandsliðnum.

Magni er sera virkin sum granskari og hevur millum annað staðið á odda fyri einari ítróttargranskingarverkætlan, har 80 kvinnur í aldrinum 35 til 50 ár, sum ikki íðkaðu nakran ítrótt, regluliga vórðu kannaðar.

Magni hevur m.a. verið við til at givið út fyrstu fysiologibókina á føroyskum, sum er bæði ætlað til undirvísing og til brúk hjá venjarum og øðrum við áhuga fyri, hvussu kroppurin virkar serliga í samband við rørslu.

Granskingarráðið hevur fingið fleiri tilmælir um at heiðra Magna Mohr við miðlaheiðurslønini.

Ein teirra, ið mælir til at geva Magna Mohr heiðurin, grundgevur millum annað soleiðis fyri tí:

‘Magni hevur á greiðan og lætt skiljandi hátt lýst granskingarúrslit og víst ávirkanina og týdningin av hesum í okkara gerandisdegi í greinum, fyrilestrum og bólkatiltøkum, til dømis heilsufótbólti.’
Ein annar, ið mælir til at geva Magna Mohr miðlaheiðurslønina, grundgevur hetta millum annað við at:

‘Magni dugir væl at miðla granskingina hjá sær, tað hevur stóran týdning fyri hann, at framtíðar avgerðir verða tiknar við støði í gransking og granskingarúrslitum, og hann er við til at menna hugburðin til gransking í Føroyum.’

Dómsnevndin hevur eisini lagt dent á, at Magni Mohr er sera virkin í almenna kjakinum, og at hann eisini hevur áhuga fyri gransking á øðrum økjum enn sínum egna. Hann dugir væl at skilja millum vísindaliga miðling av gransking og miðling til almenningin og er sera ágrýtin og virkisfúsur.

Við hesum skal eg vegna Granskingarráðið handa Magna Mohr Miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2018.”

Umframt heiðursbræv fær Magni Mohr 5.000 kr.

Tey, sum áður hava fingið virðislønina eru:
2012 - Dorete Bloch
2013 - Pál Weihe
2014 - Kári Sólstein
2015 - Bogi Hansen
2017 - Jens-Kjeld Jensen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder