Innanlands

Magni og Sjúrður søgdu "Føroyar" 1108 ferðir

Í nýggjum dátugrunni ber til at síggja, hvørji orð fólkatingslimirnir hava sagt oftast

2019-05-22 16:02 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Lars Løkke Rasmussen segði 34 ferðir Sjúrður og 33 ferðir Magni Arge í seinastu fólkatingssetu. Sjúrður Skaale hevur sagt Statsminister 118 ferðir - tað hevur Magni Arge bara sagt 96 ferðir. Sjúrður Skaale hevur nevnt Magna Arge 20 ferðir við navni, meðan Magni Arge einans nevndi Sjúrð 3 ferðir. 

Í nýggjum dátugrunni hjá Danmark Radio ber til at leita eftir, hvussu ofta fólkatingsfólk hava sagt ymiskt orð. Danksa ríkisútvarpið hevur gjørt dátugrunnin í tíðarskeiðinum Juli 2015 til mai 2019. Avskriftir úr fólkatinginum eru sjálvvirkandi komnar í skipanina, og tí ber nú til at søkja ymisk orð og síggja, hvat fólkatingslimirnir - eisini teir føroysku - hava sagt. 

Og bæði Magni Arge og Sjúrður Skaale hava sagt Færøerne ofta. Magni Arge hevur nevnt Føroyar 573 ferðir, meðan Sjúrður Skaale hevur sagt tað 535 ferðir. Færinge er nevnt 377 ferðir av Magna og 149 ferðir av Sjúrða. 

Tað sæst eisini, at Magni Arge og Sjúrður Skaale ikki umboða sama politiska flokk longur. Meðan Magni Arge hevur sagt Selvbestemmelse 71 ferðir og Selvbestemmelsesret 47 ferðir, hevur Sjúrður Skaale einans sagt orðini ávíkavítst 7 og 1 ferðir. 

Men hinvegin hevur Sjúrður Skaale nevnt Rigfællesskab 167 ferðir, meðan Magni Arge einans hevur sagt orðið 52 ferðir. 

Sí danska dátugrunnin her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder