Mentan

Video: Magni saman við Vince og The Time Jumpers

Føroyski country og godpelsangarin Magni Christiansen var í góðum selskapi í Nashville í gjárkvøldið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-03-19 20:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er ikki nógvum føroyingum unt at sleppa at syngja saman við The Time Jumpers við sjálvasta Vince Gill á yvirstemmu.

Men tað hendi fyri Magna Christiansen á einum spælistaði í Nashville, Tennessee, í gjárkvøldið.

Country og gospelsangarin úr Vestmanna er í hesum døgum saman við vinfólki yviri í Nashville fyri at taka eina fløgu upp. Og sambært tí, sum tey hava lagt út á sosialu miðlarnar, so uppliva tey nógv, og eisini er Magni sloppin upp á pallin at syngja fleiri ferðir.

Í gjárkvøldið vóru teir á konsert í kenda spælistaðnum 3rd and Lindsley – eitt stað har livandi tónleikur er at hoyra hvørt kvøld, og ikki so fáir kendir sangarar hava upptraðka.

Í gjárkvøldið stóðu The Time Jumpers á plakatini og útselt var. Time Jumpers er ikki bara eitt orkestur, men nærri eitt kollektiv við fleiri limum, og so er eitt sindur skiftandi hvør er við á pallinum.

Óansæð hvør mannar orkestrið, so er talan um nakrar av allar bestu tónleikarunum í country-høvuðsborgini. Nevnast kann steel-guitaristurin Paul Franklin, ið eisini hevur vitjað í Føroyum.

Ein av limunum er Vince Gill, sum er mettur millum mætastu sangarar og guittarleikarar í dagsins Nashville. Hann syngur í nógvum ymiskum samanhangum, og í løtuni hevur hann úr at gera við at ferðast við The Eagles, har hann lutvíst hevur yvirtikið leiklutin hjá Glenn Frey, sum doyði 2016. Eitt nú verður Vince Gill við, tá The Eagles hava konsert í Royal Arena á Amager 10. juni.

Men í gjárkvøldið vóru stundir at vera við The Time Jumpers á 3rd and Lindsley.

Og á pallinum var eisini pláss eina løtu fyri Magna Christiansen úr Vestmanna, sum sang eina væl fagnaða gospel og country sirpu við løgunum ”You are my Sunshine”, Jim Reeves sangunum ”Yonder comes a Sucker” og ”Railroad Bum”, ”I’ll Fly Away” og at enda ein standard yodlara.

Tað er Eyðun Jacobsen, sum hevur gjørt upptøkuna, sum sæst oman fyri greinina.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder