Innanlands

Málið um sterkt øl fall í tinginum

Magni Laksafoss hevði annars fingið lyfti um at samgongan fór at atkvøða fyri hesum afturfyri hansara atkvøðu fyri fíggjarlógini

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2018-12-12 12:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Spurningurin um lagnuna hjá fíggjarlógini er nú aftur aktuellur eftir at málið hjá Magna Laksafoss um at loyva bryggjaríunum at selja sterkt øl í sínum útsølum fall fyri løtu síðani.

Eftir eina drúgva triðju viðgerð fyrrapartin varð farið til atkvøðugreiðslu nakað eftir middag í dag. Úrslitið av atkvøðugreiðsluni gjørdist, at 15 atkvøður vóru fyri og 16 ímóti, og harvið fall uppskotið.

Magni Laksafoss hevur sjálvur greitt frá, at hann hevði fingið lyfti frá samgonguni um at atkvøða fyri hesum uppskotinum afturfyri at hann skuldi atkvøða fyri fíggjarlógini. Ivasamt er nú hvør støðan hjá Magna Laksafoss verður, tá fíggjarlógaruppskotið kemur so langt.

Uppskotið um sterka ølið varð mánadagin samtykt við aðru viðgerð, men tá var greitt, at ein av samgongutinglimunum, Henrik Old úr Javnaðarflokkinum, atkvøddi ímóti.

Henrik Old atkvøddi aftur við triðju viðgerð ímóti, og sum Portalurin skilir, atkvøddi Kristin Michelsen eisini ímóti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder