Mentamálaráið hevur enn ikki viðgjørt sítt gegnið ímun til Liljuna Weihe málið. Tí siga tey frá í telduposti.
Sigmund Poulsen, advokatur hjá Liljuni Weihe, vil ikki hava Mentamálaráðið at viðgera kæruna, tí tey sambært honum er ógegni, eftir aðrar niðurstøður í málinum. Ítøkiliga heldur hann, at Mentamálaráðið fór út um sínar heimildir, tí tey í fyrsta kærumálinum viðgjørdi umstøður, sum ikki vóru nevndar sum uppsagnargrundir. Hann heldur eisini, at Mentamálaráðið fór út um sínar heimildir í triðja kærumálinum, tá tey vístu á at flyting innan starvsøkið helst hevði verið eitt proportionalt stig at tikið, um tað var gjørt á rættan hátt.
Les eisini: Vilja ikki hava Mentamálaráðið at viðgera kæruna
Sigmund Poulsen sendi eisini kæruna til Løgmansskrivstovuna. Hann segði, at um Mentamálaráðið ikki segði kærumálið frá sær, fór hann at heita á Løgmansskrivstovuna um at fara inn í málið.
Sigmund Poulsen, advokatur (Mynd: Jens Kr. Vang)
Løgmansskrivstovan ikki inn í málið í fyrsta lagi
Á Løgmansskrivstovuni verður upplýst at tey ikki fara inn í málið, um Mentamálaráðið ikki kemur til tað niðurstøðu, at tey eru ógegni at viðgera málið.
- Er niðurstøðan at ógegni fyriliggur má løgmaður taka støðu til hvat stjórnarráð so skal fyrisita málið. Er niðurstøðan at ógegni ikki fyriliggur fer løgmaður bert inn í málið um so er at niðurstøðan er so burturvið at eitt eftirlitsmál skal byrjast móti landsstýrismanninum, sigur Sjúrður Rasmussen, løgfrøðiligur ráðgevi á Løgmansskrivstovuni.
Mentamálaráðið sigur, at gegnið verður viðgjørt innan nakrar vikur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald