Málið um tíðindaleiðaran í KVF, Liljuna Weihe, sum hevur kært uppsøgnina hjá sær, tykist nú at draga uppaftur longur út.
Nú skal Uttanríkis- og Vinnumálaráðið viðgera kæruna, eftir at Fíggjarmálaráðið hevur víst á, at ivi kann verða sáddur um gegnið hjá teimum. Orsøkin er, at Kringvarpið spurdi Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum um ráð, tá ætlanin var at uppsiga Liljuna av fyrstani tíð.
Lagt verður afturat, at Fíggjarmálaráðið ikki avvísti møguleikan at fara beint til eina uppsøgn av tíðindaleiðaranum.
Løgmaður hevur tí í skrivi til Fíggjarmálaráðið 1. november boðað málaráðnum frá, at tey ikki skulu viðgera málið aftur. Hetta sæst í innliti, sum Portalurin hevur fingið.
Tann 15. oktober varð málið latið Fíggjarmálaráðnum, eftir at Mentamálaráðið metti, at gegnið hjá málaráðnum ikki var í lagi. Liljan Weihe og advokatur hennara høvdu biðið um, at Mentamálaráðið ikki viðgjørdi kæruna, tí tey mettu at Mentamálaráðið hevði ráðgivið í málunum í sambandi við aðrar niðurstøður í málinum.
Nú skal Uttanríkis- og Vinnumálaráðið so viðgera kæruna, og enn ber ikki til at siga, nær niðurstøða verður í málinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald