- Eitt tað fyrsta, sum eg fari at hyggja eftir og fáa loyst er tann trupulleikin. Vit mugu hava eina virkisfúsa leiðslu sum skjótast, sum skal lyfta allan stovnin, segði Ivan Niclasen, nýggjur kringvarpsstjóri, við Dag & viku fríggjakvøldið.
Hann sipaði til, at Kringvarpið í eina tíð bæði hevur havt fyribilsstjóra- og tíðindaleiðara, og at støðan ikki hevur verið haldbar.
Beinta Løwe, sum tosaði við nýggja stjóran í sjónvarpsstovuni, spurdi beinleiðis um hann ætlaði sær at lýsa eftir nýggjum tíðindaleiðara. Ivan segði, at hann fór at hyggja eftir trupulleikanum mánadagin, tá hann formliga tók við sum leiðari.
Kringvarpið hevur ikki kunnað lýst eftir nýggjum tíðindaleiðara, meðan kæran hjá Liljuni Weihe hevur verið til viðgerar í Mentamálaráðnum, tí kæran fekk steðgandi virkna eftir umbøn frá kærarinum. Nú viðger Fíggjamálaráðið kæruna, tí mett var at Mentamálaráðið var ógegnigt at viðgera kæruna. Kærarin hevur søkt um, at kæran eisini hesa ferð fær steðgandi virkna, men tá Portalurin í síðstu viku setti seg í samband við Fíggjarmálaráðið at spyrja, um kæran fór at fáa steðgandi virkna, var hetta ikki viðgjørt enn.
Hevur onga viðmerking enn
Í gjár setti Portalurin seg í samband við nýggja stjóran at frætta, um hann ætlaði sær at søkja eftir nýggjum tíðindaleiðara beinavegin. Vit spurdu hann eisini um onnur viðurskifti í málinum, men hann svaraði í morgun, at hann onga viðmerking hevur til málið enn.
Fráfarni fyribilsstjórin, Kári Sólstein, hevði onga viðmerking til málið yvirhøvur, tí hann metti talan vera um eitt starvsfólkamál.
Um so er, at Kringvarpið setir nýggjan deildarleiðara til aktueltdeildina, áðrenn kæran hjá Liljuni Weihe er liðugt viðgjørd, verður talan bert um eitt endugjaldskrav til Liljuna Weihe, um hon fær viðhald í kærumálinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald