Uttanlands

Malmö: Fóru til hendurs eftir klassiska konsert

Kvinna sum órógvaði tónleikin við einum góðgætisposa leyp á

Malmö Live konserthúsið

Malmö Live konserthúsið

2018-10-16 12:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mong munnu tey vera, ið hava kent seg órógvað av fólkum við góðgætisposum til tiltøk, sum krevja frið í salinum. Eitt nú til klassiska konsert.

Fríggjakvøldið elvdi ein slík hending til beinleiðis slagsmál eftir eina klassiska konsert við tónleiki av Gustav Mahler í fremsta konserthúsinum í svenska býnum Malmö, Malmö Live, skrivar dagblaðið Sydsvenskan.

Meðan orkestrið var í einum friðarligum broti við fínum strúkarum, fór ein kvinna uppi á øðrum svala at skrambla við góðgætisposanum. Hóast hússjað varð á kvinnuna, helt hon fram.

Tá var ovboði hjá einum ungum manni. Hann fór yvir til kvinnuna, tók posan úr hondunum á henni og tveitti hann eftir gólvinum, fortelja vitni fyri blaðnum.

Kvinnan varð sitandi og órógvandi gangurin tagnaði.

Men meðan lógvabrestirnir ljómaðu eftir at síðsta takt varð sligin, tók kvinnan sína hevnd. Við góðari hjálp frá manninum, leyp hon á tann yngra mannin, ið hevði tikið posan, og hesin varð sligin fleiri ferðir, fortelja eygnavitnini. Yngri maðurin kundi ikki gera annað enn at verja seg, til fólk harumkring fingu skilt partarnar at.

Maður kvinnuna fór síðan yvir til mannin aftur og lætst at vilja tosa við hann, men ístaðin avleveraði hann ein knýttan neva í búkin, og síðani fóru tey bæði avstað.

Sambært blaðnum, hevur løgreglan ikki fingið fráboðan um hendingina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder