2018-10-17 16:11
Veruligt kjak hevur tikið seg upp um fólkanøvn síðani Andreas Mouritsen, pápi, í Degi & viku í gjár greiddi frá, at tey ikki fingu loyvi at kalla dóttrina Irdi uttan bókstavin Ð í endanum.
Á heimasíðuni hjá Málráðnum stendur rættiliga greitt hvørji fólkanøvn eru góðkend, deilt upp í konufólkanøvn og mannfólkanøvn.
Navnið Irdi er ikki at finna á navnalistanum, og tað er Irdið heldur ikki, men hetta hevur málnevndin so góðkent.
Sí her:
Góðkend konufólkanøvn
Góðkend mannfólkanøvn
Les eisini: Skuldi eita Irdið við ð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald